Føroya fyrsti clown-leikur til vaksin, leikstjórnaður av víðagitna Commedia Dell’Arte-meistaranum Mario Gonzalez.
Í 2014 ferðaðist Eventmálaráðið land og ríki runt við Terry’sa Saga. Heilar 35 sýningar á 17 ymiskum støðum kring landið fyri yvir 3.200 áskoðarum.
Nú ber til at keypa og leiga vælumtókta Terry í HD-góðsku frá væleydnaðu Ólavsøkusýningini 2014.
Í 60 minuttir (+ unikt eykanummar) fresar Terry ígjøgnum føroyska samleikan og guidar okkum ígjøgnum søguna um Sigmund og Trónd. Í stuttum verður føroyski samleikin eltur, snaraður, tugdur og sniffaður í hesum lívsjáttandi flennifesti har eingin sýning var eins og hvør einasta løta óforútsigilig.
Soleiðis segði ein áskoðari aftaná Terry'sa Saga - LIVE á Ólavsøku 2014:
Alt mítt upphav, mínar røtur, mín samleiki, mítt blóð, mín tjóð, mítt fólk og mín søga. Alt liggur í skeljasori eftir ein keldukritiskan tíma av Terry í gjárkvøldið. 60 Minutes go home, vónandi fert tú at turnera kring landið, tí hatta var sgu klassi!
Leikari: Kjartan Hansen
Leikstjóri: Mario Gonzalez